Høgligari sving og nýggj fjarhitaleiðing Krappa svingið í Blómubrekku verður nú betrað, og høvuðsæðrin í fjarhitanetinum løgd í Blómubrekku. Fjarhitafelagið hevur saman við Tórshavnar kommunu og arbeiðstakaranum gjørt eina arbeiðsætlan fyri fjarhita og tillaging av krappa svinginum í Blómubrekku. Hetta hevur við sær, at vegurin verður stongdur eitt tíðarskeið. Øll atlit verða tikin fyri at tryggja, at íbúgvar, stovnar og vinnurekandi í økinum verða órógvað sum minst.
Tað verður arbeitt frá juni og árið út, og tað verður eingin gjøgnumkoyring eftir Blómubrekku fram til august/september – og annars í ávísum tíðarskeiðum, tá ið grivið verður. Kunningarskelti verða sett upp, sum greitt vísa, hvørji øki verða stongd fyri almennari ferðslu – og nær. Tá ið vit lata upp fyri almennari ferðslu aftur, er svingið í Blómubrekku (ja, tað svingið) breiðkað og dagført.
Er serligur tørvur á tí, kunnu frávik fyri ferðslu gerast (bæði til og frá sethúsum og bygningum) eftir nærri avtalu við byggiharrarnar.
Frá JUNI til SEPTember 2020
Vegurin er stongdur fyri ferðslu, meðan arbeitt verður.
Frá JUNI til DESEMBER 2020
Ferðslan kann verða órógvað, meðan arbeitt verður.
Byggiharrar:
Ráðgevar:
Arbeiðstakari: